Nýggjur skúlastjóri í Vestmanna

Nýggjur skúlastjóri í Vestmanna
Anna Maria Reinert Jensen tekur við starvinum 1. februar
Anna Maria Reinert Jensen er nýggjur skúlastjóri í Vestmanna.
 
24.01.2023 - 14:42

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Onnu Mariu Reinert Jensen í starvið sum skúlastjóra í Vestmanna skúla frá 1. februar at rokna.

Anna Maria Reinert Jensen er 52 ára gomul og býr í Hoyvík.

Hon tók læraraprógv í 1994 og eftirútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu í 2020. Harumframt hevur hon í 2021 tikið skeið á masterstigi í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu.

Anna Maria Reinert Jensen hevur drúgvar royndir innan skúlagátt.

Hon hevur síðan 1996 undirvíst sum lærari í tveimum stórum skúlum í Havn, har hon hevur verið flokslærari øll árini, og harumframt hevur hon verið toymisleiðari og leitt verkætlanir.

Síðsta skúlaárið hevur Anna Maria Reinert Jensen starvast sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109