ALS-lógin neyvan endurskoðað nú

ALS-lógin neyvan endurskoðað nú
ALS-stýrið sendi í summar landsstýrinum uppskot um at endurskoða lógina, men tað er lítið sannlíkt, at tað verður gjørt í hesi tingsetuni
Stýrið fyri ALS hevur mælt til at endurskoða lógina um Arbeiðsloysisskipanina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.01.2023 - 08:24

Tað er lítið sannlíkt, at lógin um ALS verður endurskoðað í hesi tingsetuni.

Tey eru boðini úr Umhvørvismálaráðnum, sum umsitur arbeiðsmarknaðarmál.

ALS-stýrið sendi í fjør summar landsstýrinum eitt uppskot um at endurskoða ALS-lógina. 

Stýrið mælti eisini til at lækka inngjaldið.

 

Uppskotið ikki evnað til

Enn er ikki komið á mál við at evna uppskotið til í tøttum samstarvi við ALS. 

Tá komið er undir land við hesum arbeiði, verður uppskotið viðgjørt politiskt. 

Tað er lítið sannlíkt, at komið verður á mál í hesi tingsetuni, verður sagt í Umhvørvismálaráðnum.

 

Broyta fiskavirkisskipanina

Hálvan desember í fjør sendi ALS-stýrið landsstýrinum tilmæli um at broyta fiskavirkisskipanina, sambært Degi og viku.

Nú kunnu fólk vera í skipanini í átta vikur, bara tey hava arbeitt hálvan tíma í hesar átta vikurnar.

ALS-stýrið mælir til at stytta tíðina niður í fýra vikur, og minsta markið skal vera 16 tímar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203