VIDEO: "So er klárt at gera mat"

VIDEO: "So er klárt at gera mat"
Tróndur Vatnhamar og Kári Sólstein eru aftur við skemtiligu matsendingini, Foytar greyðir, sum er á skránni komandi trý hóskvøld.
25.01.2023 - 19:12

"Køkurin er rullaður inn, og tað er klárt at gera mat".  

Tað staðfesta Tróndur Vatnhamar og Kári Sólstein vertir á skemtiligu matsendingini, Foytar greyðir. 

 

Matur úr føroyskum kókibókum

Konseptið er matur úr føroyskum kókibókin - ikki neyðturviliga føroyskur matur. Alt frá suppum til kakum skal roynast, tí tað eru foytar greiðir. 

Og tá konseptið er matur úr føroyskum kókibókum, verður lagt út við sokallaðu frumskriftunum úr Matur og matgerð, sum sambært vertunum er kókibókin yvir øllum kókibókum.

Grindafrikadellur og livraragout eru fyrstu uppskriftirnar, sum skulu standa sína roynd. Men uppskrifitir úr øðrum kókibókum skulu eisini roynast. 

 

Foytt í Hattarvík

Foytar greyðir

Caption: 
Rabarbusúpanin skal etast omaná ræsta døgurðan frá bóndanum.

Og alt gongur ikki bara fyri seg í studio-køkinum.

Í uttandura køkinum í Hattarvík verður rabarbusúpan kókað við frískum, súrligum og lokalum rabarbum.

Eisini bjóðar bóndin, Símun Gullaksen, til ein betri, ræstan bita. 

Foytar greyðir Símun Gullaksen

Caption: 
Afturvið ræsta kjøtinum bjóðar Símun rómabakað epli.

 

Altíð okkurt omaná

Ein máltið er bara ikki heilt fullkomin uttan omaná.

Meðan Kári roynir at baka eina klassiska formakaku, ætlar Tróndur at baka tí meira modernaðu Barbie-køkuna.

Foytar greyðir

Caption: 
Tróndur fær serkøna hjálp til at baka Barbie-køkuna.

 

Hvat: Foytar greyðir (fyrsti partur av trimum)

Hvar: Í sjónvarpinum og á kvf.fo

Nær: Hóskvøld kl. 19.25

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Sunnudag 28. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
202016
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980