Hava funnið loysn fyri grótinum frá Mýruverkinum

Hava funnið loysn fyri grótinum frá Mýruverkinum
Í staðin fyri at leggja tað í Heygadali, skal grótið m.a. brúkast til nýggjan veg og havnarlagið í Vestmanna
Grótð skal m.a. brúkast til at bøta um vegin við byrgingina í Heygadali. (Savnsmynd)
 
26.01.2023 - 08:58

SEV hevur funnið eina loysn fyri grótið frá Mýruverkinum II í Vestmanna, sum Vestmanna kommuna eisini tykist at vera nøgd við.

 

Bjørg á Rógvi er borgarstjóri í Vestmanna kommunu.

 

Í staðin fyri at leggja grótið í Heygadali, er ætlanin nú at brúka tað at gera nýggjan veg niðan í Heygadal, bøta um vegin við byrgingina í Heygadali, hava eina grótgoymslu uppi á Mýrunum, brúka nakað av gróti til havnarlagið, og so verður grót eisini brúkt til at bøta um lendið á Válinum og Inni á Fjørð.

Hoyr innslag i útvarpstíðindunum:

 

26012023_Bjorg_a_Rogvi

 

Um náttúrufriðingarnevndin í Steymoyar sýslu gevur loyvi til útbyggingina, skal málið fyri Yvirfriðingarnevndina. Síðani skal SEV senda umsókn til Vestmanna kommunu, áðrenn útbyggingin kann byrja.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521