- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ukraina fær stríðsvognar í vár
Ukraina fær stríðsvognar úr Týsklandi um mánaðarskiftið mars-apríl.
Tað sigur týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, nú Týskland hevur gjørt av at senda 14 stríðsvognar av slagnum Leopard 2 til Ukraina.
Men harumframt fer Týskland eisini at senda 40 krígsakfør av slagnum Marder til Ukraina, og ukrainsk herfólk skulu fyrst venja og læra at brúka hesi akførini.
Ukrainar skulu eisini venja við Leopard-stríðsvognunum, men tað verður eitt sindur seinni, sigur Boris Pistorius.
Boris Pistorius er verjumálaráðharri í Týsklandi. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Eisini onnur lond
Við avgerðini um at senda 14 Leopard 2-stríðsvognar til Ukraina læt Týskland eisini upp fyri, at lond sum Pólland, Finnland og Noreg eisini kunnu senda sínar Leopard-stríðsvognar til Ukraina. Av tí at hesir stríðsvognarnir eru gjørdir og útfluttir úr Týsklandi, er tað eisini Týskland, sum ger av, um teir kunnu útflytast víðari til eitt triðja land.
Umframt Týskland hava onnur lond eisini játtað, at tey fara at senda stríðsvognar til Ukraina. Pólland og Bretland fara eisini at senda 14 stríðsvognar í part til Ukraina, og USA hevur sagt seg fara at senda 31 stríðsvognar av slagnum Abrams til Ukraina.
Niðurlond og Spania siga seg vera til reiðar at senda stríðsvognar avstað, og Noreg hevur váttað, at norskir stríðsvognar eisini verða sendir til Ukraina, men enn er einki tal sett á. Harumframt hevur Frakland longu sent onnur, lættari hernaðarakfør til Ukraina.