Á Breddanum: Stjóraskifti í BankNordik og vakmyndatól í Havn

Á Breddanum: Stjóraskifti í BankNordik og vakmyndatól í Havn
Tvey evni eru í sendingini í dag
Heini Thomsen, høgrumegin á myndini, er farin frá sum stjóri í BankNordik eftir bert hálvum ári í starvinum.
 
27.01.2023 - 09:32

Tað vakti bæði ans og undran hósdagin í farnu viku, tá BankNordik boðaði keypsskálanum frá, at Heini Thomsen fór frá sum stjóri eftir bert hálvum ári í starvinum. 

Heini Thomsen var útnevndur saman við Turið F. Arge at vera annar av stjórunum, sum skal mynda bankan næstu árini, eftir at Árni Ellefsen á vári 2022 segði seg úr starvi. 

Vit seta sjóneykuna á bráða endan á stjóratíðini hjá nýggja stjóranum. 

 

Harðskapur og vakmyndatól

Eftir eina røð av harðskapsmálum í býarlívinum í Havn í fjør, boðaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, frá, at hann fór at taka stig til at seta upp vakmyndatól í miðbýnum. 

Ætlanin hjá borgarstjóranum hevur elvt til heitt kjak, har óvanliga nógvir aktørar hava sagt sína hugsan. Í sendingini hoyra vit frá nøkrum av teimum.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
Andaktin
206596
Fríggjadag 3. apríl
Andaktin
206595
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Gudstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563