Á Breddanum: Vit viga ov nógv

Á Breddanum: Vit viga ov nógv
Gigni rópar varskó um støðuna
Yvirvekt er ein vaksandi avbjóðing millum føroyingar, eisini skúlabørn. (Savnsmynd)
 
02.02.2023 - 09:24

Yvirvekt er ein vaksandi avbjóðing millum føroyingar. Ikki bara millum vaksin, men gongdin vísir seg eisini millum skúlabørn, vísir kanning hjá Gigni, sum nú rópar varskó.

Hvat merkir hetta fyri tey ungu, kann nakað gerast fyri broyta gongdina, og er tað í heila tikið rætt at seta barn á eina vekt?

Hesar og fleiri spurningar seta vit fakliga leiðaranum í Gigni, forkvinnuni í heilsunevndini í Klaksvíkar kommunu, professara í fysiologi og sálarfrøðingi.

Og síðst í sendingini seta spyrja vit um gongdina við ukrainskum flóttafólkum í Føroyum. Koma flóttafólk framvegis til Føroya, hvussu eru tey fyri, og hvussu gongst við at fáa bústað til flóttafólk í einum landi, har bústaðarmarknaðurin er undir trýsti?

Breddin í útvarpinum klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688