- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bara triði hvør hevur útbúgving sum skúlabókavørður

Bara triði hvør skúlabókavørður hevur útbúgving sum skúlabókavørður.
Skúlabókavarðafelagið gjørdi í fjør eina kanning, sum vísir, at bara ein triðingur av teimum, sum arbeiða á skúlabókasøvnunum, hava útbúgving.
Talan er um 63 lærarar. 36 teirra svaraðu í kanningini, 33 kvinnur og tríggir menn, skrivar Skúlablaðið.
Skúlabókavarðaútbúgvingin hevur staðið á skránni leingi hjá avvarðandi myndugleikum, uttan at meira er gjørt við tað.
- Tí gjørdu vit eina kanning fyri at vísa politiska myndugleikan á stóra tørvin, sigur Thordis Dahl Hansen, forkvinna í Skúlabókavarðafelagnum, við Skúlablaðið.
Thordis Dahl Hansen er forkvinna í Skúlabókavarðafelagnum. (Mynd: Skúlablaðið)
Bara tíggju teirra, sum svaraðu, hava útbúgving sum skúlabókavørður, fýra í Føroyum og seks í Danmark.
Stívliga helvtin teirra halda, at tímatalið, sum skúlabókasøvnini hava at ráða yvir, er ov lítið.
Skúlabókavarðafelagið arbeiðir serliga við tveimum málum.
Tey eru nettupp at fáa eina útbúgving til teir lærarar, sum eru í skúlabókasøvnunum, og fáa fleiri tímar til skúlabókasøvnini, skrivar Skúlablaðið.



























