Mæla til at varðveita gomlu verjuskipini

Mæla til at varðveita gomlu verjuskipini
Embætisfólk í danska verjumálaráðnum skjóta upp at umvæla tey fýra skipini av Thetis-slagnum, men tað er eitt vánaligt hugskot, sigur verjugreinari
Triton er eitt av teimum fýra verjuskipunum, sum embætisfólk í verjumálaráðnum mæla til at umvæla, hóast tey eru gomul og nógv slitin.
 
06.02.2023 - 13:12

Stendur tað til embætisfólk í danska verjumálaráðnum, sum hava gjørt eitt upprit til donsku stjórnina, so verða tey fýra verjuskipini, sum millum annað virka her hjá okkum og í Grønlandi, ikki skift út í bræði.

Miðilin Altingið hevur fingið innlit í uppritið, og har sæst, at embætisfólkini mæla til, at tey fýra verjuskipini av Thetis-slagnum, eiga at verða umvæld, so tey kunnu brúkast í nógv ár afturat.

Danska stjórnin hevur ætlanir um at skifta Thetis-skipini út í 2030, men Verjumálaráðið mælir heldur til, at nýggir varðbátar - patruljubátar - verða bygdir til at virka í Eystursjónum.

 

Nógv slitin

Anders Puck Nielsen, sum er verjugreinari á danska verjuakademinum, sigur við Altingið, at tey fýra skipini, Thetis, Triton, Vædderen og Hvidbjørnen, eru so slitin av at virka í arktiskum øki, at tað kann gerast kostnaðarmikið at hava tey í flotanum í nógv ár afturat. 

Útreiðslurnar av at umvæla og viðlíkahalda, umframt at tey brúka sera nógva olju, fara í longdini ikki at loysa seg fíggjarliga, samanborið við at byggja nýggj skip, sigur hann.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862