Tú hevur møtiskyldu - eisini tá løgreglan mælir frá koyring

Tú hevur møtiskyldu - eisini tá løgreglan mælir frá koyring
Advokatur heldur, at tað slepst undan ivamálum, um lagt verður upp fyri tí í sáttmálanum.
Tað var so ringt veður í gjáramorgunin, at politiið mælti frá bilkoyring. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
09.02.2023 - 13:08

Arbeiðsgevarin hevur ikki skyldu at gjalda fólki løn, tá tey ikki møta til arbeiðis - heldur ikki, tá løgreglan hevur mælt til, at fólk halda seg innandura fyri veður.

Tað sigur Durita Sigmundsdóttir Djurhuus, advokatur:

 

09022023_Durita_1


Durita Sigmundsdóttir Djurhuus er advokatur.

 

Í ódnarveðrinum í gjár mælti løgreglan fólki til at halda seg innandura til klokkan tíggju fyrrapartin, tá veðrið skuldi batna.

Nógvir skúlar boðaðu frá, at skúlagongdin byrjaði klokkan 10, meðan dagsstovnar, hinvegin, lótu upp sum vanligt.

Fyri at sleppa undan ivamálum, hevði tað verið eitt hugskot at fingið hesi viðurskifti inn í sáttmálarnar, heldur advokaturin:

 

09022023_Durita_2

 

Durita Sigmundsdóttir Djurhuus og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, vóru gestir í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr alla sendingina her.

Les vegleiðing frá Fíggjarmálaráðnum um fráveru her.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Sunnudag 5. apríl
Gudstænasta í Glyrva kirkju
206625
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Gudstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597