Óvist enn hvussu stór lánini vera

Óvist enn hvussu stór lánini vera
Ikki ber til at siga, hvussu nógvar pengar, Bústaðir skulu læna til at fíggja tvær verkætlanir
Íbúðirnar í Vági skulu leigast út.
 
12.02.2023 - 09:29

Ikki ber til at siga, hvussu nógvar pengar, Bústaðir skulu læna til at fíggja tvær verkætlanir.

Tí ber heldur ikki til at siga, hvussu stórur partur av teimum 250 milliónunum, sum Bústaðir hava fingið heimild at læna, fara til hesar verkætlanir.

Bústaðir samráðast enn við aðrar íleggjarar um fígging og ognarskap. 

Talan er um 22 leigubústaðir við Heimasta Horn í Havn og átta leigubústaðir á Heiðatrøð á Tvøroyri. 

Einki undantak

Bústaðir hava einki undantak fingið frá kravinum um at hava aðrar íleggjarar við og hava heldur ikki biðið um tað. 

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur svarað Erhardi Joensen, løgtingsmanni, sum spurdi um Bústaðir.

Síðani 26.mars 2021, tá lániheimildin var broytt, eru Bústaðir farnir í holt við at gera 12 íbúðir í Blómubrekku í Havn, vistarpartin til Húsarhaldsskúlan í Klaksvík og búfelagsskapir á Toftum, har eru 19 íbúðir, og á Strondum, har eru 16 íbúðir.

Seks bústaðir í Mýrunum í Vági eru lidnir. 

Upprunaliga var ætlanin at selja teir til eitt lutaíbúðafelag.

Men broyttar fíggjarligar fortreytir gera, at Bústaðir mest sannlíkt fara at bjóða íbúðirnar út til leigu, sigur landsstýriskvinnan í svarinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360