Viðgera fíggjarlógina í dag

Viðgera fíggjarlógina í dag
Bara dagurin í dag er settur av til fíggjarlógina
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hevur bara sett dagin í dag av til at viðgera fíggjarlógina. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
16.02.2023 - 08:24

Løgtingið fer at viðgera uppskotið um fíggjarlóg fyri 2023 í dag.

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla um uppskotini um avgjøld á elbilar og hybridbilar eru eisini á skránni í dag.

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla eru haraftrat um broytingarnar í bráðfeingis játtanarlógini fyri 2023.

Bara dagurin í dag er settur av til fíggjarlógina.

Tingfundurin byrjar kl.11.00. 

Næsti tingfundur er týsdagin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751