- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Kjak um starvsfólkatrot á dagstovnum í Havn
Á Breddanum: Kjak um starvsfólkatrot á dagstovnum í Havn
Í sendingini verður eisini spurt, hvat tað merkir fyri Skotland og loysingarrørsluna, at Nicola Sturgeon leggur frá sær sum fyrstiráðharri

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Annika Olsen, fyrrverandi borgarstjóri, kjakast um starvsfólkatrotið á dagstovnum í Havn í Breddanum í dag.
17.02.2023 - 09:46
Starvsfólkatrot er á fleiri dagstovnum í Tórshavnar kommunu, og tað er stór útskifting av starvsfólki og leiðslu. Foreldur orka ikki meira og vilja hava broyting í.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Annika Olsen, fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vera í útvarpsstovuni og kjakast um støðuna.
Skotland skal hava nýggjan fyrstaráðharra, eftir at Nicola Sturgeon mikudagin boðaði frá, at hon leggur frá sær.
Hvat merkir tað fyri Skotland og loysingarrørsluna, at politiski leiðarin seinastu átta árini nú leggur frá sær?
Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























