FarCargo fær annað flogfar

FarCargo fær annað flogfar
Ætlanin við fyrra flogfarinum er slept, og felagið keypir eitt nýggjari flogfar í staðin
FarCargo útvegar sær nú annað flogfar, sum er nýggjari enn tað, sum ætlanin var at brúka til at flúgva alilaks hjá Bakkafrosti.
 
23.02.2023 - 17:59

Hóast farmafelagið hjá Bakkafrosti, ið kallast FarCargo, í august í fjør skrivaði undir keypssáttmála um eitt farmaflogfar til flutning av alilaksi, er einki flogfar komið enn.

Ætlanin var, at flogfarið skuldi koma til Føroya í desember í fjør, men fyrst var tað seinkað, og nú er tað so skift út við eitt annað flogfar.

- Vit hava slept ætlanini við fyrra flogfarinum og fáa okkum eitt munandi nýggjari flogfar til farmaflúgvingina í staðin, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.

 

Skal flúgva alilaks

- Hetta hevur verið ein tungur burður, tí ymiskir trupulleikar hava verið, men vónandi fer tað at hepnast hjá okkum við hesum flogfarinum.

Regin Jacobsen vil ikki siga so nógv júst nú, men sum skilst, er talan um eitt flogfar av sama slagi sum tað fyrra, men hetta, sum stendur yviri í USA, er nógv nýggjari.

Enn sum áður er ætlanin, at flogfarið skal flúgva alilaks úr Føroyum til USA og síðani bjóða flogfarmatænastur á heimferðini til Føroya um Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040