Berin fær 400.000 kr. aftrat

Berin fær 400.000 kr. aftrat
Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum hevur skotið upp at hækka játtanina á fíggjarlógini.
Berin skipar fyri landsinnsavning í Kringvarpinum 5. mars.
 
24.02.2023 - 16:03

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur hækkað játtanina til felagsskapin Beran 400.000 krónur á fíggjarlógaruppskotinum, sum nú er lagt fyri Løgtingið.

Tað upplýsir Almanna- og mentamálaráðið í dag.

Høvuðsendamálið hjá Beranum er at geva børnum og ungum, ið hava mist foreldur og/ella systkin, eitt stað, har tey kunnu hittast og práta við onnur í somu støðu. Berin skipar eisini fyri bólkum fyri foreldrum, sum hava mist børn, og veitir vegleiðing og ráðgeving, eins og samtalur við sálarfrøðing.


Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.

Í eina tíð hevur Berin víðkað virksemið, til eisini at hava eitt tilboð til børn og ung, sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin. Tilboðið hevur hilnast væl, og tørvurin hevur víst seg at vera stórur, verður sagt.

Í ár eru 20 ár síðani, at Berin varð stovnaður. Í hesum sambandi verður skipað fyri stórari landsinnsavning í Kringvarpinum sunnukvøldið 5. mars kl. 19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039