Sonni Larsen takkar fyri seg

Sonni Larsen takkar fyri seg
Venjarin hjá hondbóltslandsliðnum við kvinnum, Sonni Larsen, hevur fingið nýtt starv í Noreg og takkar samstundis fyri seg sum venjari hjá landsliðskvinnunum
Sonni Larsen er ikki longur venjari hjá hondbóltslandsliðnum við kvinnum
Mynd: HSF  
 
28.02.2023 - 14:46

Sonni Larsen takkar fyri seg sum venjari hjá føroyska hondbóltslandsliðnum við kvinnum, skrivar Hondbóltssambandið á facebook.

Hann hevur fingið nýtt starv hjá mansliðnum Viking TIF í Bergen í Noreg.

Landsliðið við kvinnum venur saman hesa vikuna, og ítróttastjórin hjá HSF, Mark Lausen-Marcher, skal taka sær av liðnum saman við hjálparvenjaranum, Finni Hansson, til nýggjur venjari er funnin. Venjingardystir ímóti Finnlandi eru á skránni í apríl.

Hetta er aðru ferð, at Sonni Larsen fer úr landsliðsvenjarastarvi í Føroyum. Hann var venjari hjá monnum í tíðarskeiðnum 2017-2021. 

 - Eg eri keddur av, at eg ikki kann fullføra uppgávurnar, og skilligt vil HSF geva pláss (til nýggjan venjara, red.) beinanvegin, sigur Sonni Larsen sambært HSF. 

Samstarv verður kortini millum Hondbóltssambandið og Sonni Larsen, sum undirvísir á úrvalsvenjaraútbúgvingini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360