Eftirmeting um Málráðið kemur ikki í løgtingið

Eftirmeting um Málráðið kemur ikki í løgtingið
Ein nýggj frágreiðing kemur so skjótt sum til ber, væntandi í summar ella í heyst, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum
Eftirmetingin um Málráðið frá 2016 er ikki tíðarhóskandi longur, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
 
01.03.2023 - 09:02

Eftirmetingin um Málráðið frá 2016 verður ikki løgd fyri løgtingið.

Hon er ikki tíðarhóskandi longur.

Ein nýggj frágreiðing kemur so skjótt, sum til ber, væntandi í summar ella í heyst.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur svarað spurningi frá Johan Dahl, tingmanni, um Málráðið.

 

Johan Dahl, løgtingsmaður, spurdi um Málráðið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ætlanin er at gera eina frágreiðing sambært lóg um málráð. Frágreiðingin skal siga, um lógin virkar eftir ætlan.

Kannast skal eisini, um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg, sigur Sirið Stenberg í svarinum. 

Hon fer saman við Málráðnum at gera tíðarætlan, og væntandi byrjar arbeiðið tíðliga í vár.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum.

 

Lógin frá 2012 um málráð sigur, at landstýrisfólkið, tá lógin hevur virkað í trý ár, skal leggja frágreiðing fyri løgtingið, um lógin virkar eftir ætlan, og kanna, um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.

Enn er eingin slík frágreiðing komin í løgtingið, hóast lógin nú er meira enn tíggju ára gomul.

Frágreiðingin, sum var gjørd í 2016, kemur ikki í løgtingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942