Róin skal kanna sjálvbodna kommunusamanlegging

Róin skal kanna sjálvbodna kommunusamanlegging
Bólkurin sum skal kanna fyrimunir og vansar við sjálvbodnari kommunusamanlegging í Suðuroynni hevur skipað seg
Frá vinstru Herit Albinus, Ólavur Rasmussen, Eyðdis Ellendersen, Róin Schrøter, Doris Bjarkhamar og Niels Jákup Trúgvason Nielsen
Mynd: Mynd: Tvøroyris kommuna  
 
05.03.2023 - 16:20

Tað verður Róin Schrøter, sum skal leiða arbeiðið hjá bólkinum, sum skal kanna fyrimunir og vansar við einari sjálvbodnari kommunusamanlegging í Suðuroynni.

Tað boðar Tvøroyris kommunu frá.  

Higartil er bólkurin mannaður við umboðum úr Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunu. 

Doris Bjarkhamar er næstforkvinna í bólkinum, og Ólavur Rasmussen er skrivari. Hinir nevndarlimirnir eru Eyðdis Ellendersen, Herit Albinus og Niels Jákup Trúgvason Nielsen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360