FMA 2023: Vinnarar í opna flokkinum

FMA 2023: Vinnarar í opna flokkinum
Anna og Angeliku áttu ársins útgávu við útgávuni "Akkordeon & Violin", meðan Kári Jacobsen átti ársins kompositión við verkinum "Vælsignaðir barnaskógvar"
Urd Johannesen tók ímóti heiðurslønini vegna Kára Jacobsen, sum vann heiðurin fyri ársins kompositión.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.03.2023 - 20:51

Tvær virðislønir vóru í kvøld latnar í sokallaða opna flokkinum. Tær vóru fyri ársins útgávu/konsert og ársins kompositión. 

 

Ársins útgáva/konsert: "Akkordeon & Violin"

Virðislønin fyri ársins útgávu/konsert verður latin fyri tónlistaligu dygdina av útgávuni/konsertin í síni heild. 

Og í ár eru tað tær báðar Anna og Angelika, sum vunnu heiðurin fyri ársins útgávu/konsert við útgávuni "Akkordeon & Violin".  

Við útgávuni "Akkordeon & Violin" bjóða tær báðar heilt serstakar útsetingar fyri violin og akkordeon. Tær nýta tónsetingar úr øllum herðashornum - frá USA til Argentina og frá Finnlandi til Spania.

Dómsnevndin skrivar millum annað, at løgini endurspegla spælandi, viðhvørt sorgblíða og altíð uppfinnsomu heimsfatan frá teirra heimi í norðuratlantshavi.

 

Ársins kompositión: "Vælsignaðir barnaskógvar"

Fyri løtu síðani var tað greitt, at "Vælsignaðir barnaskógvar" eftir Kára Jacobsen hevur vunnið heiðurin sum ársins kompositión. 

Á útgávuni Rangvørg eru fýra løg. Eitt teirra er "Vælsignaðir barnaskógvar". Urd Johannesen hevur skrivað tekstirnar - yrkingar, sum hon í fyrstu syftu legði út á sosialar miðlar, tá korona var í hæddini á vári í 2020. Kári Jacobsen hevur smíðað løgini.

Dómsnevndin skrivar millum annað um kompositiónina, at talan er um ein leikandi kamarmusikalskur lættleika, sum er yvir løgunum. Løgini hjá Kára fanga eisini tann gerandisligt poetiska observansin í tekstunum.

Harumframt legði dómsnevndin afturat, at Kári Jacobsen vísir eina greiða tónlistaliga fatan og tulking av óbundna skaldskapinum í sínum løgum. Eitt talandi dømi um hetta er vakra og ljósa lagið ‘Vælsignaðir barnaskógvar’, har Kári Jacobsen sjálvur hevur undirspælið, meðan sopranurin Birita Poulsen syngur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128