FMA 2023: "Gult myrkur" er ársins útgáva og ársins tekstur

FMA 2023: "Gult myrkur" er ársins útgáva og ársins tekstur
"Gult myrkur", sum er seinasta útgávan hjá Guðrið Hansdóttir, hevur vunnið heiðurslønina fyri bæði ársins útgávu og ársins tekst til FMA 2023.
Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré  
 
11.03.2023 - 21:32

Tað er í kvøld, at føroyski tónleikurin verður fagnaður, meðan bestu føroysku tónleika-avrikini verða heiðrað.

Í kvøld vann útgávan hjá Guðrið Hansdóttir, "Gult Myrkur", heiðurslønina fyri ársins útgávu. Harumframt vann "Gult myrkur" eisini heiðurslønina fyri ársins tekst. 

 

Ársins útgáva: "Gult Myrkur"

Ársins útgávu eigur songkvinnan, Guðrið Hansdóttir, sum eftir hondini er blivin ein av Føroya kendastu songkvinnum. 

Harumframt var "Gult myrkur" eisini ein av teimum útgávunum, sum Plátupanelið tók fram sum eina av ársins bestu útgávum, tá tónleikaárið 2022 var viðgjørt. 

 

Ársins tekstur: "Gult myrkur" 

Lív Maria Jæger Róadóttir

Caption: 
Lív Maria Róadóttir Jæger vann heiðurslønina fyri ársins tekst.

Sum eitt av fáu verkunum, sum vóru tilnevnd fleiri heiðurslønir, var "Gult myrkur" bæði í uppskoti til ársins útgávu og ársins tekst. Og "Gult myrkur" vann heiðurslønina í báðum bólkum.

Guðrið hevur sjálv gjørt øll løgini á útgávuni, burtursæð frá tøkulagnum "Appelsin", meðan Lív Maria Róadóttir Jæger, hevur skrivað allar tekstirnar.

Dómsnevndin skrivaði millum annað í sínari innstilling av verkinum, at talan er um ein tekstheim, sum støðugt flytur og flýtur á ymiskum mørkum, millum orð og løtur, sum renna undan, millum mótsetningar. Hesin tekstheimurin stendur sterkur saman við tónleikasamleikanum í heildarútgávuni, men hann krevur sítt pláss, trokar seg inn í hugaheimin hjá lurtaranum og festir røtur

Ein á, ein t-shirt og eitt súrepli hava broytt skap, eftir at mann hevur upplivað hetta verkið. Tað kemst av, at tað skaldsliga tilvitið er tilstaðar í verkinum: tekstirnir leggja seg eftir at fanga tann so hissini rótleysa málveruleikan hjá føroyingum í hesi samtíðini, ið annars ikki fær somu rúmd í skriftmálinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. februar
Morgunlestur týsdagur 3.februar 2026
203552
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608
Mánadag 2. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203606
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563