Tá Javnaðarflokkurin ætlaði at loysa

Tá Javnaðarflokkurin ætlaði at loysa
Í triðju sendingini av "O, móðurlandið" verða 70-ini, 80-ini og 90-ini tikin til umrøðu. Og tað var í 1992, at Javnaðarflokkurin hótti við at fara úr ríkinum.
Atli P. Dam, sum var løgmaður í 1992, hótti við at loysa Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum, um danski javnaðarflokkurin ikki gekk við til, at Føroyar yvirtóku ráevni í undirgrundini sum føroyskt sermál.
Mynd: Skíggjamynd úr triðja parti av O, móðurlandið!  
 
22.03.2023 - 18:01

Javnaðarflokkurin er samríkisflokkur. Men í 1992 hótti hann við at fara úr ríkinum.

Formaður Javnaðarfloksins, Atli Dam, sum tá var løgmaður, kendi seg eyðmýktan av systurflokkinum í Danmark, ið hevði lagt seg tvøran í málinum um undirgrundina.

Atli Dam O, móðurlandið

Caption: 
Tað var í 1970, at Atli P. Dam trein fram á politiska leikvøllin. Hann var sonur fyrrverandi løgmann, Petur Mohr Dam, og hann kom at mynda føroyskan politikk í drúgt áramál.

 

Hótti við loysing

Táverandi danski forsætisráðharrin, Poul Schlüter, hevði ætlað sær til Føroya at skriva undir avtaluna stutt fyri jól, men settist aftur, tá ið danski Javnaðarflokkurin sýtti at taka undir við avtaluni. Og tá spann øði í løgmann. 

Atli Dam gjørdi formanninum í danska Javnaðarflokkinum, Poul Nyrup Rasmussen, greitt, at fór hann at forkoma Føroyum rættin til ráevnini í undirgrundini, fór avleiðingin at vera, at føroyski Javnaðarflokkurin ætlaði sær undir at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum eftir tíggju árum.

 

Atli Dam, Atli P. Dam, o móðurlandið

Caption: 
Atli P. Dam var løgmaður í fleiri umfarum, eisini í 1992, tá ráevni í undirgrundini loksins gjørdust føroyskt sermál.

 

Hóttanin lønaði seg

Hetta var djarvt og víðgongt stig hjá einum føroyskum javnaðarløgmanni, men hóttanin lønaði seg, tí úrslitið var, at Nyrup slakaði, og stutt eftir kom danski forsætisráðharrin til Føroya at skriva undir avtaluna.

Onkur hugsar kanska, at høvdu føroyingar verið líka stálsettir undir fullveldissamráðingunum við Poul Nyrup Rasmussen í 2000, hevði úrslitið kanska verið eitt annað.

Hesin tilburður í sambandi við undirgrundarmálið er næstan burturdottin í nýggjari føroyskari søgu, men verður lýstur í triðja parti í sjónvarpsrøðini "O, móðurlandið", sum verður vístur í Kringvarpinum hóskvøldið.

Her er brellbiti úr triðja parti, sum ber heitið "Fara upp á tjólegg, detta niður á langlegg".

 
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Hvat: O, móðurlandið! (3:6)

Heiti: Fara upp á tjólegg, detta niður á langlegg 

Nær: Hóskvøldið eftir Dag og viku

Hvar: Í sjónvarpinum og á heimasíðu okkara. Her finnur tú fyrsta og annan partin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. mai
RagnarRokk: Mr.Lordi um Limited Deadition
192292
Fríggjadag 23. mai
Morgunlestur fríggjadagur 23.mai 2025
192149
Hósdag 22. mai
RagnarRokk 22.mai 2025
191036
Hósdag 22. mai
«Biðið, og tit skulu fáa»
192240
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138