BankNordik rindar ríkiskassanum lán aftur

BankNordik rindar ríkiskassanum lán aftur
Talan er 204 milliónir krónur frá 2009 og 180 milliónir frá 2011
 
11.09.2013 - 11:31

BankNordik rindar nú aftur kapital, sum bankin fekk frá danska statinum sum lán í 2009 og 2011. Talan er 204 milliónir krónur frá 2009 og 180 milliónir frá 2011. Av teimum 204 milliónunum rindar bankin 41 milliónir seinni í september, og tá eru bara 63 milliónir eftir.

Lánið skal vera goldið aftur næsta ár. BankNordik ætlar eisini at rinda aftur tær 180 milliónirnar frá 2011 antin í heyst ella eftir nýggjár.

Bankin sigur í fráboðan til keypsskálarnar, at bankin klárar at halda ætlanina um at gera seg leysan av kapitali frá statinum. Og tað er eisini ein sjálvsøgd avleiðing av góða úrslitinum fyrra hálvárið, sigur bankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329