Varastjórin í Sjúkrahúsverkinum: Ert tú í neyð, ring 1-1-2

Varastjórin í Sjúkrahúsverkinum: Ert tú í neyð, ring 1-1-2
Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, skilir væl kenslurnar, sum Hansi í Kálvalíð situr eftir við í dag
Sambært Tummasi í Garði eru starvsfólkini í móttøkuni ikki før fyri at meta um viðkomandi, sum kemur inn, hevur tørv á bráðfeingis hjálp. (Savnsmynd)
 
27.03.2023 - 18:00

Ert tú í neyð, so er umráðandi at ringja 1-1-2.

Tað sigur Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, eftir eina hending um vikuskiftið, har ein ung kvinna ikki slapp fram at læknavaktini.

Hansi í Kálvalíð var við dóttrini á Landssjúkrahúsinum, men slapp ikki framat, tí hon skuldi ringja fyrst.

 

Tummas í Garði er varastjóri í Sjúkrahúsverkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sambært Tummasi í Garði, eru starvsfólkini í móttøkuni ikki før fyri at meta um viðkomandi, sum kemur inn, hevur tørv á bráðfeingis hjálp.

Neyðugt er at eftirmeta samskipanina millum læknavaktina, sum hoyrir undir Heilsutrygd, og bráðfeingistænastuna, sum hoyrir til Landssjúkrahúsið.

Varastjórin sigur, at hann skilir væl kenslurnar, sum Hansi í Kálvalíð situr eftir við í dag.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 
27032023_Tummas_i_Gardi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026