- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóhanna fegnast um úrslitið

Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri Íslands, fegnast um, at úrslitið av vegleiðandi fólkaatkvøðuni um nýggja stjórnarskrá leygardagin gjørdist so greitt.

- Eg eri nøgd við, at tjóðin gevur Altinginum eitt so greitt svar upp á spurningarnar, sum stórur ivi hevur verið um frammanundan, segði Jóhanna Sigurðardóttir við dagblaðið Visir í gjár.

Eisini forkvinnan í nevndini, sum skipaði fyri fólkaatkvøðuni, fegnaðist um úrslitið. Salvør Nordal sigur, at við atkvøðugreiðsluni nýtist Altingið ikki at ivast í, hvat fólkið heldur um spurningarnar, ið vórðu settir.

Stór undirtøka fyri at arbeiða víðari

Serliga fegnast forkvinnan í stjórnarskipanarnevndini um, at undirtøkan var stór fyri fyrsta spurninginum á atkvøðuseðlinum, nevniliga at heimila stjórnarskipanarnevndini at arbeiða víðari eftir sama leisti.

Sjálvstæðisflokkurin, hinvegin, setur spurnartekn við atkvøðugreiðsluna, tí valluttøkan var so lítil, bert um 50 prosent.

Vil hava málið avgreitt

Jóhanna Sigurðardóttir er nøgd við valluttøkuna. Ið hvussu so er sigur fólkaatkvøðan greitt, hvat íslendska tjóðin heldur um spurningarnar, sigur Jóhanna Sigurðardóttir, sum vil hava málið avgreitt í hesum valskeiðinum hjá Altinginum.

Roknað verður nú við, at stjórnarskipanarráðið kann hava eina nýggja grundlóg klára til fólkaatkvøðu til várs. 115.800 íslendingar greiddu atkvøðu leygardagin, t.e. 48,9 prosent.