VIDEO: 1700 tons av lodnu í einum kasti

VIDEO: 1700 tons av lodnu í einum kasti
Uppsjóvarskip rokaðust í lodnuni vestan fyri Ísland fyrst í mánaðinum. Eitt nú fekk grønlendska uppsjóvarskipið, Polar Amaroq, 1700 tons av lodnu í einum kasti
Polar Amaroq rokast í lodnuni vestan fyri Ísland fyrst í mars
Mynd: Sigmund av Teigum  
 
29.03.2023 - 11:29

3. mars bóru uppsjóvarskipini við lodnu tætt við Reykjanes vestan fyri Ísland. 

Millum skipini var grønlendska uppsjóvarskipið. Polar Amaroq. 

Føroyingurin, Sigmund av Teigum, siglir sum dekkari við Polar Amaroq.

Hann fangaði løtuna, tá Polar Amaroq gjørdi sítt størsta kast higartil. 

1700 tons av londu vóru í, tá nótin koma á borði.

Polar Amaroq noyddist at lata øðrum skipum í økinum burturav, fyri at fáa alla lodnuna í kastinum til høldar. 

 

Góður fiskiskapur

Sigmund av Teigum sigur, at fiskiskapurin var sera góður fyrst í mánaðinum. Lastin bleiv fylt hvønn túrin, hóast stórur munur var á tonsatali alt eftir, hvat fiskurin skuldi brúkast til.

"Skal lodnan brúkast til rogn, so var mesta nøgdin umboð 1000-1200 tons, tí tá skal køling vera á, og tá skal tað vera minst 30 prosent vatn í tangunum. Seinasta túr tóku vit 2200 tons, og tá royna vit at lensa (pumpa) alt vatnið úr tangunum soleiðis, at meira fiskur fæst í. Men tá verður lodnan brúkt til fiskamjøl."

Grønlendsku skipini, sum vóru á leiðini og fiskaðu, vóru Polar Amaroq og Polar Ammassak hjá reiðarínum Polar Pelagic, og Tasiilaq hjá hjá Royal Greenland, sum  er gamli Christian í Grótinum.

Polar Pelagic hevði fingið tillutað 37.000 tons og fiskaði alla sína kvotu, men Royal Greenland fiskaði bara helvtina av teimum 21.000 tonsunum, ið reiðaríið hevði fingið tillutað. 

"Vit gjørdu seks túrar, og stytsti túrur var bara tríggjar tímar á fiskileið, 1000 tons í einum háli, og so við fullari last til Pelagos í Fuglafirði at landa til matna."

Polar Amaroq landaði tríggjar ferðir til Pelagos, einaferð til Havsbrún, og so tríggjar ferðir til íslendsk virkir. 

"Geir Zoega, skiparin umborð á Polar Amaraq, ið er íslendingur, hevði íalt 23 køst á seks túrum. Teir fingu í miðal meira enn 600 tons í hvørjum kasti, sum má sigast vera framúr gott. Besta árið hjá honum nakrantíð í lodnuni," sigur Sigmund av Teigum. 


Sigmund av Teigum er dekkari og pakkamaður, tá fryst verður, umborð á grønlendska uppsjóvarskipinum Polar Amaroq (privatmynd)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286