Janus Rein farin upp í Fólkaflokkin

Janus Rein farin upp í Fólkaflokkin
Uttanflokkatingmaðurin er partur av tingmanning Fólkafloksins, sum nú hevur níggju tingmenn, og er størsti flokkur flokkur á tingi
 
12.09.2013 - 10:40

Janus Rein, uttanflokkatingmaður, er í dag farin upp í Fólkaflokkin og er nú partur av tingmanningini hjá Fólkaflokkinum.

Fólkaflokkurin sigur í tíðindaskrivi, at hann fegnast um, at Janus Rein er komin upp i flokkin. Bjarni Djurholm sigur soleiðis í tíðindaskrivinum:

 "Janus hevur farnu tvey árini prógvað, at hann er ein dugnaligur og nærlagdur politikari. Ein maður, sum í verki hevur víst, at hann er ein fongur fyri parlamentarisku skipanina. Politikari, sum miðvíst virkar fyri haldgóðum loysnum.

Í vinnunevndini

Janus hevur í hesum valskeiðinum, saman við undirritaða, m.a. verið limur í løgtingsins vinnunevnd. Eg eri vísur í, at allir vinnunevndarlimirnir kunnu vátta, at Janus áhaldandi í nevndararbeiðinum hevur virkað fyri góðum og konstruktivum úrslitum.

 Umframt sítt politiska positiva virkni, so er Janus við sínum dyggu útbúgvingum sum skipsførari, flogskipari, løgfrøðingur o.a., eitt gott aktiv fyri Fólkaflokkin og politisku skipanina í síni heild," sigur Bjarni Djurholm í tíðindaskrivinum.

Nú Janus Rein er farin upp í Fólkaflokkin, er Fólkaflokkurin vorðin størstur flokkur á tingi. Hann hevur nú níggju tingsessir.

Valdur fyri Framsókn 

Janus Rein kom sjálvur annar á ting fyri Framsókn, sum fyrstu ferð stillaði upp til løgtingsvalið í 19. oktober í 2011. Hann fekk 250 atkvøður. Hin var floksformaðurin, Poul Michelsen.

Men í oktober í fjør tók Janus Rein seg úr Framsókn, og hevur verið uttanflokka á tingi síðani.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373