FUR heiðrar fýra fólk

FUR heiðrar fýra fólk
Á landsfundi hjá Føroya Ungdómsráð eru fýra fólk heiðrað við FUR-heiðurslønini 2023: Fía Lindenskov, Gunnvør og Hilmar Joensen, og Esbern á Geilini.
Vinstrumegin frá: Rói B. Poulsen, formaður í FUR, Esbern á Geilini, Fía Lindenskov og Gunnvør og Hilmar Joensen
Mynd: FUR  
 
01.04.2023 - 18:27

Fía Lindenskov, sum er virkin í skótavirksemi í Føroyum og uttanlands, hevur fingið heiðurslønina fyri at hava gjørt sítt til, at KFUK-skótarnir hava havt stóran vøkstur seinnu árini.

Gunnvør og Hilmar Joensen hava fingið heiðurslønina fyri í eitt mannaminni at hava lagt lunnar undir og ment sjónleika- og tónleikavirksemi í Nólsoy.

Og Esbern á Geilini fær FUR-heiðurslønina fyri at hava verið við til at bygt upp Tabletop Føroyar, sum hevur til endamáls at økja áhugan fyri og trivnaðin við borðspælmentanini í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
Skratsj 14. oktobur 2026
214778
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655