Lógin um biografar fer í søguna

Lógin um biografar fer í søguna
Almanna- og mentamálaráðið heldur, at loyvi frá landsstýrisfólkinum er óneyðugt bureaukratiskt fyribrigdi
Í løtuni eru tveir virknir biografar í Føroyum, Havnar bio og Atlantis bio. (Savnsmynd: Havnar bio)
 
04.04.2023 - 08:10

Ikki er longur brúk fyri lógini um biografar frá 1984.

Almanna- og mentamálaráðið mælir tí til at strika lógina.

Loyvi frá landsstýrisfólkinum til at reka biograf ella til almennar filmssýningar verður mett at vera óneyðugt bureaukratiskt fyribrigdi.

Tað er heldur ikki í samsvari við ynskið hjá samgonguni um størri armslongd á mentanarøkinum, sigur Almanna- og mentamálaráðið.

Harumframt hendir tað ógvuliga sjáldan, at tey, sum vísa filmar alment av sínum eintingum, søkja Almanna- og mentamálaráðið um loyvi. 

Almanna- og mentamálaráðið má harafturímóti venda sær til fyriskipararnar, so hvørt tað frættir um ætlanir at hava almennar filmssýningar. 

Lógin verður tí umsitin nakað tilvildarliga.

 

Filmseftirlit og miðlaráð tikin av

Lógin um filmseftirlit fór úr gildi í 2007, tá lógin um miðlaráðið at verja børn og ung kom.

Tann lógin er galdandi enn. Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur hana.

Miðlaráðið var niðurlagt í 2011. Einki virksemi hevur verið síðani, sigur Almanna- og mentamálaráðið.

Í løtuni eru tveir virknir biografar í Føroyum, Havnar bio og Atlantis bio.

Biografloyvi eru galdandi í fimm ár. 

Ummæli frá kommunu og løgreglu skulu vera við, tá søkt verður um at fáa loyvið endurnýggjað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037