Føroyar royna seg ímóti Luksemborg

Føroyar royna seg ímóti Luksemborg
Bestu føroysku fótbóltskvinnurnar fyrireika seg til Nations League í heyst, og spæla í dag fyrra venjingardystin ímóti Luksemborg á útivølli
Lagið í føroysku leguni er gott undan venjingardystunum ímóti Luksemborg
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
05.04.2023 - 12:42

Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum spælir í dag fyrra venjingardystin ímóti Luksemborg, skrivar Fótbóltssambandið.

Venjingarlegan og dystirnir í Luksemborg eru liður í fyrireikingunum til fyrstu Nations League-kappingina fyri kvinnulandslið, sum byrjar í heyst. Við nýggja kappingarleistinum kunnu væntast fleiri dystir móti londum, sum eru í námind av Føroyum á altjóða styrkislistanum, og tí eru vinardystirnir móti Luksemborg sera væl hóskandi.

 - Vit vænta okkum tveir spennandi dystir, har vit í stóran mun kunnu vera við til at skapa dystirnar, og tað hava vit eisini lagt stóran dent á í fyrireikingunum. Nú haldi eg mest, at vit bara gleða okkum til at sleppa í eldin, sigur miðverjin, Birita Ryan.

Dysturin millum Føroyar og Luksemborg verður í kvøld klokkan 18:30.

Danin, Signe Pries Andersen, varð fyri kortum sett sum nýggjur landsliðsvenjari, men hon tekur ikki við starvinum fyrr enn 1. juni, og tí er tað hjálparvenjarin, Svend Olsen, sum tekur sær av landsliðnum í dystunum ímóti Luksemborg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391