Liðið tikið út til lagnudystir

Liðið tikið út til lagnudystir
Føroyska hondbóltslandsliðið er tikið út til lagnudystirnar ímóti Ukraina og Eysturríki. 15 spælarar eru í hópinum í fyrstu syftu, men ein skal við afturat
Hákun West av Teigum er við í hópinum til dystirnar ímóti Ukraina og Eysturríki
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.04.2023 - 11:13

Spælararnir, sum skulu spæla lagnudystirnar ímóti Ukraina og Eysturríki, síðst í apríl, eru tiknir út, skrivar Hondsbóltssambandið.

Peter Bredsdorff-Larsen hevur í fyrstu syftu valt sær 15 spælarar til EM-undankappingardystirnar, men 16 skulu við, so eitt pláss er framvegis tøkt.

Orsøkin er, at greiða skal fáast á skaðastøðuna hjá onkrum av spælarunum. Millum annað hava teir báðir bakkarnir til høgru, Kjartan Johansen og Vilhelm Poulsen, verið uttanfyri við skaða í fleiri mánaðir. Kjartan hevur verið aftur á vøllinum síðstu vikurnar, meðan Vilhelm Poulsen sum skilst skjótt er førur fyri at spæla aftur.

Teir báðir nýggju spælararnir, Rói E. á Skipagøtu og Hallur Arason, sum vóru í hópinum í mars, eru ikki millum teir 15, sum eru tiknir út.


Spæla um pláss í endaspælinum í Týsklandi

Føroyska liðið savnast til venjingar í Føroyum sunnudagin 23. apríl, har liðið fer at venja saman áðrenn heimadystin móti Ukraina mikudagin 26. apríl. 

Hópurin ferðast til Bregenz í Eysturríki, leygardagin 29. apríl, har dysturin verður sunnudagin 30. apríl. Eysturríki hevur 8 stig í bólkinum og hevur harvið tryggjað sær pláss til EM. Dysturin um 2. og 3. pláss er javnur. Rumenia hevur fýra stig, meðan Føroyar og Ukraina hava hvør síni tvey. Føroyar taptu útidystin móti Ukraina 29-25 og taptu heimadystin móti Eysturríki 30-28.


Føroyski hópurin:

Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71

Útileikarar
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)
Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928