Betri-deildin: Nakrir greiðir favorittar

Betri-deildin: Nakrir greiðir favorittar
Hóast tey spæla á útivølli, eru KÍ og HB stórfavorittar ímóti TB og AB, meðan størri spenningur er um hinar tríggjar dystirnar í Betri-deildini við monnum í dag
Mikkel Dahl hevur verið flúgvandi fyri HB, sum vitjar TB við Stórá seinnapartin
Mynd: HB  
 
12.04.2023 - 14:59

Hvørki KÍ ella HB hava snáva enn, og í dag eru tey aftur stórfavorittar, tá tey vitja ávíkavist AB og TB, sum einki stig hava fingið enn.

Meir spenningur er um hinar tríggjar dystirnar. 

Undir vanligum umstøðum var Víkingur greiður favorittur á Svangaskarði ímóti B68, men í Fuglafirði seinast sá tað út til at merkja teir ljósabláu, at teir hava mist tríggjar av lyklaspælarunum - Bárð J. Hansen, Noah Mneney og seinast Gunnar Vatnhamar - í mun til liðið, sum endaði á 2. plássi í fjør.

Sannlíkt er kanska eisini, at B36 vinnur á 07 Vestur í Havni kvøld, men árstalsfelagið hevur onkuntíð havt tað trupult ímóti niðaru liðunum, og 07 Vestur kann hótta á einum góðum degi við fleiri fyrrverandi B36-spælarum á liðnum. 

Dysturin, sum sær javnast út á pappírinum, er í Fuglafirði, har ÍF tekur ímóti EB/Streymi. Sundalagsmenn hava fingið eina fína byrjan við tveimum sigrum í trimum dystum, meðan fuglfirðingarnir hava trý stig, men fleiri góð avrik í skjáttuni. 

2. umfar (4. dystur)
16:30 TB - HB
17:00 AB - KÍ
18:00 ÍF - EB/Streymur
18:00 B36 - 07 Vestur
18:00 B68 - Víkingur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980