TB steðgaði HB - KÍ fremst

TB steðgaði HB - KÍ fremst
HB megnaði ikki at vinna á TB við Stórá, og KÍ, sum fór við øllum á Argjum, er nú einsamalt fremst í Betri-deildini við monnum
Magni Hoseth og KÍ eru fremst við fullum stigatali. Sunnudagin vitjar Víkingur
 
12.04.2023 - 21:31

HB var stórfavorittur ímóti TB við Stórá í Trongisvági, men tað legði heimaliðið líka í.

Við stinnum verju- og málmansspæli steðgaðu teir álopsmaskinuni hjá HB, sum ikki skapti serliga nógvar kjansir. Teir, sum vóru, misnýtti Mads Borchers, og so fekk TB sítt fyrsta stig í ár.

KÍ var kanska ikki flúgvandi á Argjum, men eftir at Jóannes Kalsø Danielsen skoraði tíðliga, nýttust teir ikki at lyfta sær á. Tá Nicklas Mehl gjørdi sjálvmál beint fyri steðgin, var liðugt.

Málveitsla á Toftum

Tríggjar ferðir var B68 frammanfyri á Svangaskarði, og eins ofta javnaði Víkingur. Ragnar Samuelsen skeyt mál, longu tá átta sekund vóru farin, tá hansara spark av egnari hálvu sigldi upp um Bárð á Reynatrøð, sum varð snýttur av vindinum. Bert tríggjar minuttir seinni javnaði Jákup Johansen, men Mohamed Samba gav B68 leiðsluna aftur miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Ein lítil tími var spældur, tá Olaf Bárðarson javnaði til 2-2, men William Klein skeyt toftamenn framum aftur løtu seinni. B68 megnaði kortini ikki at varðveita leiðsluna - eitt tema hjá teimum reyðu higartil í ár - og Sølvi Vatnhamar syrgdi fyri, at Víkingur um ikki annað fekk eitt stig.

B36 bardi seg framum aftur - ÍF er flúgvandi

07 Vestur skelkaði heimafólki á Ovara vølli, tá Daniel Obbekjær skoraði fyri steðgin, men B36 kom afturí aftur eftir steðgin við málum frá Isak Fredrik Jönsson, Benjamini Heinesen og Michal Przybylski. So gjørdi minni, at Oddur Petersen minkaði um munin í yvirtíðini. 

Í Fuglafirði vóru vónirnar ivaleyst góðar undan dystinum ímóti EB/Streymi, og tað livdu spælararnir í reyðum væl og virðiliga upp til. Elias Lervig skoraði beint fyri steðgin, og eftir at Andras Olsen varð vístur av vølli, løgdu Karl Løkin (brotsspark) og Gundur E. Petersen tvey mál afturat.

KÍ er nú einasta lið við fullum stigatali, meðan HB og B36 renna aftaná meistaranum. Niðast hevur AB einki stig fingið enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366