Kórstevnan setur met í ár

Kórstevnan setur met í ár
Ikki færri enn 17 kór vera við á kórstevnuni í Fuglafirði 28. og 29. apríl, sum fyri sjeyndu ferð á rað eisini er skipað sum kapping millum kórini.
 
16.04.2023 - 10:19

Tilmeldingarfreistin hjá kórunum var úti í gjár, og bæði Kórsambandið og vertskórið í Fuglafirði kunnu fegnast um, at hetta er tað mesta nakrantíð á einari kórstevnu.

Tey 17 kórini eru Tórshavnar manskór, Vestmanna sangkór, Suð, Siloakórið, Silvitni, Stranda sangkór, Morgunkórið, Tarira, Havnarkórið, Gøtu kirkju ungdómskór, Tórshavnar kamarkór, Kórið hjá Jóhann, Vágakórið, Ljómur, Xperiment, Eystanljóð og Fuglafjarðar sangkór.

Freistin at vera við í stóra felagskórinum, sum skotski kórdirigenturin, Michael Bawtree, fer at stjórna, er tó ikki úti fyrr enn fríggjadagin í næstu viku.

Í ár eru 55 ár liðin, síðani Kórstevnan fyri fyrstu ferð var í Fuglafirði, sum í ár hýsir henni fyri fimtu ferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083