KÍ stóð styrkisroyndina

KÍ stóð styrkisroyndina
Claes Kronberg og Luc Kassi skutu málini í sigrinum hjá KÍ á Víkingi, sum fekk Atla Gregersen riknan av vølli í dysti nummar 500 fyri felagið
Luc Kassi fegnast um sítt mál ímóti Víkingi
 
16.04.2023 - 18:12

Við tveymálssigri stóð KÍ styrkisroyndina á heimavølli ímóti Víkingi, og klaksvíkingar hava framvegis fult stigatal.

Claes Kronberg og Luc Kassi skutu málini í seinna hálvleiki, tá KÍ hevði greiða yvirvág. Atli Gregersen spældi sín dyst nummar 500 fyri GÍ og Víking, men jubilarurin varð sendur av vølli seks minuttir fyri leiklok, tí hann hevði sagt ov nógv við dómararnar.

HB, sum roynir at fylgja við oddaliðnum, gjørdi sína skyldu við 4-1 sigri á ÍF í Gundadali. HB kom framum við sjálvmálið, men Gundur Petersen javnaði. Beint fyri steðgin skoraði Mads Borchers, og í seinna hálvleiki økti Adrian Justinussen við brotssparki, áðrenn Mads Borchers aftur var síðstur á.

Gamli AB-maðurin, Bjarki Nielsen, var væl upplagdur fyri B36 inni í Vika, og við einum máli og einum uppleggi átti hann stóran part av sigrinum á AB. Hann skoraði sjálvur til 1-0 fyri steðgin, og í seinna hálvleiki var tað Aron Knudsen, sum tryggjaði B36 sín fjórða sigur higartil.


TB vann við Stórá

Mikukvøldið fekk TB sítt fyrsta stig, tá tað eydnaðist at spæla málleysan javnleiki ímóti HB, og í dag var uppaftur betri við Stórá. John Villi Wøldike legði heimaliðið á odda fyri steðgin, men tá bert átta minuttir vóru eftir at spæla javnaði innskifti Jasper Van Der Heyden. Jens Erik Bruhn vildi kortini ikki sættast við enn ein javnleik, og hann skoraði sigursmálið fýra minuttir inni í yvirtíðini.

B68 tók ímóti EB/Streymi á Svangaskarði, har tað endaði við málleysum javnleiki. Bæði liðini høvdu kjansir, men ongin tók av. Heimaliðið endaði dystin við 10 monnum, tí Ragnar Samuelsen var útvístur seint í dystinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373