Stór hernaðarvenjing í Svøríki

Stór hernaðarvenjing í Svøríki
Venjingin simulerar hóttanir um kríggj, og fleiri Nato-lond senda herdeildir til Svøríkis at verja landið
Umleið 26.000 fólk, bæði herfólk og sivil, eru við í hernaðarvenjingini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.04.2023 - 10:09

Størsta hernaðarvenjing í søgu Svøríkis byrjaði í gjár, og heldur fram til 11. mai. 

Venjingin eitur Aurora 2023 og fer fram í meginpartinum av landinum. 

Umleið 26.000 herfólk og sivil eru við. Herfólk úr 14 londum, eitt nú Ukraina, eru við.

Venjingin skal hjálpa Svøríki at venja seg í samstarvi við Nato-lond. 

 

(

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Nato-lond verja

Í ár simulerar venjingin hóttanir um kríggj móti landinum, og Nato-lond, sum t.d. Finnland, Bretland og USA, senda herdeildir at hjálpa til at verja landið.

Finska verjan er eitt skifti við í venjingini við meira enn 1.000 hermonnum har suðuri í Svøríki.

Sambært svensku verjuni er venjingin í luftini, á landi og á sjónum, og hon er í Norður- og Suðursvøríki og í Gotlandi.

Umframt Svøríki eru USA, Bretland, Finnland, Plland, Noreg, Estland, Letland, Litava, Ukraina, Dammark, Eysturríki, Týskland og Frakland við í venjingini.

Svenskir miðlar skriva, er Aurora 2023 størsta venjing í Svøríki í 30 ár.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678