Føroyar fingu bæði Svøríki og Ísland

bannari
Føroyar fingu bæði Svøríki og Ísland
Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum skal spæla ímóti bæði Svøríki og Íslandi í EM-undankappingini, sum byrjar í heyst
Føroyar skulu spæla ímóti Svøríki, Íslandi og Luksemborg í EM-undankappingini
Mynd: HSF  
 
20.04.2023 - 16:22

Føroyar skal royna seg ímóti bæði Svøríki og Íslandi í EM-undankappingini, sum byrjar í heyst.

Fjórða liðið, sum bestu føroysku hondbóltskvinnurnar skulu spæla ímóti er Luksemborg. Tað er greitt eftir lutakastið, sum var fyri løtu síðani.

 - Lutakastið sær fínt út. Vit hava møtt Svøríki fyrr. Møguliga vóru tær ov sterkar tá, men liðið er broytt nakað síðan, so tað verður spennandi at møta teimum aftur. Luksemborg kenni eg ikki eins væl, men síggi fram til avbjóðingina, sigur Turið Arge Samuelsen. 

 - Íslandi hava vit møtt fyri kortum. Teirra spæl minnur nógv um okkara, tó við eitt sindur hægri leikferð. Tað mugu vit royna at eftirlíkna fyri at fáa stig. Okkara møguleikar eru góðir. Av øllum londum, eru hatta lond sum vit kenna til og hava møguleika at taka stig frá, sigur royndi landsliðsvongurin.

Føroyar vóru í triðja styrkisbólki. Svøríki kom úr styrkisbólki 1, Ísland kom úr næstbesta bólkinum, meðan Luksemborg er mett at vera veikasta liðið í bólkinum hjá Føroyum.

Í oktober í fjør spældi landsliðið við kvinnum tveir venjingardystir ímóti Íslandi. Teir endaðu við 22-27 og 23-28 tapið. Í 2018 spældu Føroyar tveir dystir ímóti Svøríki. Ta ferðina var munurin stórur. 32-13 og 15-33 endaðu dystirnir.

Fyrstu dystirnir verða spældir 11. og 12. oktober.

Bólkur 7:
1. Svøríki
2. Ísland
3. FØROYAR
4. Luksemborg

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650