Finalistarnir í Sement funnir

Finalistarnir í Sement funnir
Síðstu finalistarnir í tónleikakappingini Sement vórðu funnir í triðja og síðsta innleiðandi umfari, sum var í Reinsarínum í Havn í gjárkvøldið.
Benjamin Rajani og Dóttir hava spælt seg í Sement-finaluna saman við Aggrasoppum, Tormóði, Nimbus Tópus og Eimyrju
Mynd: KVF  
 
23.04.2023 - 10:02

Tað gjørdust tónleikabólkarnir, Dóttir og Benjamin Rajani, ið spældu seg í finaluna í kappingini, har tilsamans 17 bólkar eru við í ár. 

Seks bólkar spældu í triðja umfari í gjárkvøldið. Tað vóru Danny & Ingi, Skor, Dóttir, Tidal Crush, Hanna Elisa og Benjamin Rajani.

Finalan í Sement verður næsta leygarkvøld, 29. apríl klokkan 20. Hinir bólkarnir í finaluni eru Aggrasoppar, Tormóður, Nimbus Tópus og Eimyrja.

Finalan verður – eins og innleiðandi umførini – send beinleiðis í sjónvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847