Fara eftir at avgera alt sjálvir

Fara eftir at avgera alt sjálvir
Stóra føroyska hondbóltsstjørnan, Elias á Skipagøtu, sigur, at hann og hinir á føroyska hondbóltslandsliðnum ætla sær at avgera sína lagnu sjálvir
30.04.2023 - 13:06

Vónirnar hjá føroyska fólkinum liggja í stóran mun á hansara herðum.

Men tað tykist ikki nerva Elias á Skipagøtu undan avgerandi EM-undankappingardystinum ímóti Eysturríki seinnapartin.

 - Tað eri eg vanur við, so tað bilar onki, sigur spælskiparin, sum skeyt ikki færri enn 13 mál í heimadystinum ímóti Ukraina mikukvøldið, sum Føroyar vunnu 33-26.

Eydnast tað Eliasi á Skipagøtu og hinum at fáa stig í dag, er nærum vist, at Føroyar skulu til Týsklands at spæla um evropameitaraheitið í januar.

Tað er ætlanin, váttar bakspælarin.

Fara tit eftir stigunum og at avgera alt sjálvir?

 - Ja, tað fara vit, staðfestir hann stutt.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040