Føroysk ítróttarsøga: Manslandsliðið í hondbólti skal til EM-endaspælið

bannari
Føroysk ítróttarsøga: Manslandsliðið í hondbólti skal til EM-endaspælið
So er sensatiónin veruleiki, tí nú er greitt, at Føroyar hava vunnið sær luttøku í EM-endaspælinum í hondbólti fyri fyrstu ferð nakrantíð
Fegnir føroyskir leikarar, tá tað bleiv greitt, at Føroyar hava vunnið seg til EM-endaspælið í hondbólti
 
30.04.2023 - 18:37

 Eysturríki vant burtur úr Føroyum, serliga í fyrra hálvleiki. 

Sjálvur dysturin endaði 38-33 til Eysturríki, men hóast tað hava Føroyar vunnið seg til fyrsta EM-endapælið í hondbólti nakrantíð. 

Føroyar endaðu sum næstbesti 3'arin. 


Tað gekk ein hálvur tími eftir dysti, áðrenn tað var endaliga váttað, at Føroyar høvdu tryggjað sær eitt pláss til EM-endaspælið í hondbólti í Týsklandi í januar. 

>>SÍ Livebloggin frá dystinum her

 

Føroysku leikararnir tóktust merktir av týdninginum av dystinum, og teir megnaðu ongantíð at spæla upp til sítt besta. 

Hinvegin vóru eysturríkarar flúgvandi frá byrjan, og ikki fyrr enn væl inn í seinna hálvleik tóku teir ferðina eitt sindur av dystinum. 

Tað gjørdi, at Føroyar komu betur við í dystin.

Serliga vóru tað Rói Berg Hansen og Helgi Hildarson Hoydal, ið komu á vøllin í øðrum hálvleiki, ið vóru tryggir, tá teir fingu møguleikan. 

Tað var ein rørdur Helgi Hildarson Hoydal, ið staðfesti, at hetta er tað størsta, ið nakrantíð er hent. 

Hákun West av Teigum misnýtti fleiri skot enn hann plagar, og Pauli Jacobsen hevði ikki ein av sínum bestu døgum í málum. 

Men tá alt kom til alt, so gjørdist Hákun West av Teigum, ið verður roknaður sum heimsins besti ungi høgri vongur, føroyskur toppskjútti við 10 málum. 

 

Næstbesti 3'ari

Føroyar endaðu sum næstbesti 3'arin av øllum, og tað gjørdi, at liðið nú hevur tryggjað sær luttøku til eitt EM-endaspæl fyri fyrstu ferð. 

Men tað stóð á gomlum nøglum, tí Ukraina var um reppið at vinna á Rumenia við átta málum, og tað hevði gjørt, at Føroyar duttu niður á fjórða plássið í bólinum.

Eysturríki - Føroyar 
38:33 (24:16)

Hákun West Av Teigum (10 mál / 17 skot)
Elias Ellefsen á Skipagøtu (5 mál / 10 skot)
Helgi Hildarson Hoydal (4 mál / 4 skot )
Óli Mittún (4 mál / 5 skot)
Leivur Mortensen (3 mál / 4 skot)
Rói Berg Hansen (3 mál / 3 skot)
Teis Horn Rasmussen (2 mál / 4 skot)
Tróndur    Mikkelsen (1 mál / 2 skot)
Peter Krogh (1 mál / 1 skot)
Kjartan    Johansen (0 mál / 2 skot)
Pætur Mikkjalsson (0 mál / 0 skot) 
Jónas Gunnarsson Djurhuus (0 mál / 0 skot)  
Vilhelm Poulsen (0 mál / 0 skot)
Pauli Mittún (0 mál / 0 skot)

Nicholas Satchwell (9 bjargingar / 27 skot) 33.33 %
Pauli Jacobsen (4 bjarginar / 20 skot) 20.00 %

SÍ endaliga dómaraseðilin her

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039