Temafrágreiðing kann ikki bíleggjast frá Búskaparráðnum

Temafrágreiðing kann ikki bíleggjast frá Búskaparráðnum
Ráðið ger sjálvt av, hvørji evni tað viðger í frágreiðingunum
Búskaparráðið hevur framløgu. Nú skal ráðið gera eina konjukturfrágreiðing og eina temafrágreiðing um árið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.05.2026 - 07:55

Hvørki landsstýrið ella onnur skulu kunna bíleggja eina ávísa temafrágreiðing frá Búskaparráðnum.

Búskaparráðið ger sjálvt av, hvørji evni tað viðger í frágreiðingunum.

Tað fekk fíggjarnevndin at vita, tá hon viðgjørdi uppskotið frá landsstýrinum um, at Búskaparráðið bara skal gera eina konjunkturfrágreiðing og eina temafrágreiðing um árið.

Galdandi lóg um Búskaparráð sigur, at ráðið skal gera tvær konjunkturfrágreiðingar um árið og temafrágreiðingar.

Tí tekur fíggjarnevndin undir við.

Árliga konjunkturfrágreiðingin skal kunngerast 1. mars.

Eingin áseting er í uppskotinum um, nær temafrágreiðingin skal kunngerast.

Landsstýrið heldur, at broytingini fer at gera, at avmarkaða arbeiðsorkan hjá Búskaparráðnum verður betur brúkt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302