Hondbóltslandsliðið fingið hjálparvenjara

Hondbóltslandsliðið fingið hjálparvenjara
Julian Johansen loysir av fyri Lars Møller sum hjálparvenjari hjá hondbóltslandsliðnum við monnum, sum skal spæla EM-endaspæl í Týsklandi í januar
Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF, og Julian Johansen, hjálparvenjari
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
09.05.2023 - 15:28

Julian Johansen er í dag settur sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum, skrivar Hondbóltssambandið.

Julian Johansen tekur við starvinum eftir Lars Møller, nú hansara sáttmáli gekk út. Tað verður sostatt Julian Johansen, sum saman við Peter Bredsdorff-Larsen, høvuðsvenjara, og Tom Jensen, málverjavenjara, skal leiða føroyska manslandsliðið í EM-endaspælinum í Týsklandi í januar.

Nýggi hjálparvenjarin er 33 ára gamal og hevur longu drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur vant bæði menn og kvinnur í fremstu deildini í Føroyum og er í løtuni venjari hjá føroyska U21-landsliðnum, sum skal til HM í Týsklandi í juni mánaði.

Julian Johansen tekur við starvinum 1. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083