Elias, Hákun og hinir skulu til Berlin

Elias, Hákun og hinir skulu til Berlin
Føroyska hondbóltsliðið við monnum skal spæla ímóti Norra, Slovenia og Póllandi til EM-endaspælið og dystirnir verða spældir í Berlin
Elias á Skipagøtu og hinir á føroyska hondbóltslandsliðnum skulu til Berlin
Mynd: Bjarni Rubeksen  
 
10.05.2023 - 18:43

Norra, Slovenia og Pólland verða mótstøðuliðini, tá føroyska hondbóltslandsliðið við monnum skal spæla EM-endaspæl í Týsklandi í summar.

Føroyar komu í bólk D, sum verður spældur í høvuðsstaðnum, Berlin, í Mercedes-Benz Arena, sum tekur 17.000 áskoðarar. 

Talan var ikki um ynskilutakastið hjá føroyingunum, sum frammanundan serliga høvdu nevnt Bosnia & Hersegovina og Norðurmakedónia úr triðja styrkisbólki, men tað kundi eisini verið munandi verri.

Fyrsti dysturin hjá Føroyum verður ímóti Slovenia 11. januar.

Bólkur D
Noreg
Slovenia
Pólland
Føroyar

Dystarskráin: 
11. januar: Føroyar - Slovenia
13. januar: Føroyar - Noreg
15. januar: Føroyar - Pólland

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083