Landsstýrismaðurin: Ávíst klædnaplagg órógvar ikki undirvísing

Landsstýrismaðurin: Ávíst klædnaplagg órógvar ikki undirvísing
Djóni Nolsøe Joensen hevur svarað fyrispurningi frá Liljuni Weihe um klædnapolitikkin í Vestmanna skúla
Tað vakti ans, tá ið leiðslan í Vestmanna skúla gjørdi reglur fyri, hvussu næmingarnir skulu vera ílatnir í skúlanum.
 
16.05.2023 - 15:17

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum heldur ikki, at tað ber til at siga, at eitt ávíst klædnaplagg er órógvandi fyri undirvísingina í fólkaskúlanum. Men tað kann hava týdning, hvussu vit eru klødd.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur svarað Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, sum spurdi um klædnapolitikkin í Vestmanna skúla.

Tað vakti ans, tá ið leiðslan gjørdi reglur fyri, hvørjum klæðum næmingar kunnu vera í í skúla. Eitt nú, skulu gentur ikki vera í nalvablusu.

 

Lagaligt og mennandi samskifti

Sambært landsstýrismanninum er best, at bæði gentur og dreingir, í lagaligum og mennandi samskifti í skúlanum, verða gjørd tilvitað um, hvat er hóskandi klædnaval. Foreldur eru eisini partar í hesum.

Liljan Weihe spurdi eisini, um tað er í samsvari við fólkaskúlalógina, at einstakir skúlastjórar - og ikki skúlastýrini - gera slíkar reglur á fólkaskúlum kring landið.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sigur í svarinum, at skúlastjórin kann taka stig til at seta átøk í verk, um tað kanska eru umstøður, sum kunnu órógva undirvísingina. Og sambært fólkaskúlalógini er tað skúlastjórin, sum hevur eftirlit við, at næmingarnir fylgja nóg væl við í undirvísingini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327