- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendsk grundlóg: Vilja bara sleppa í søgubøkurnar

Grønlendski miðilin Sermitsiaq hevur spurt donsku flokkarnar, hvat teir halda um at Grønland fær sína egnu grundlóg og um at Grønland arbeiðir fram ímóti at gerast sjálvstøðugt. Og politisku flokkarnir á Fólkatingi eru rættiliga ymiskir á máli, tá tað ræður um grønlendska grundlógaruppskotið, ið varð almannakunngjørt í farna mánaði.
Forsætisráðharrin Mette Frederiksen hevur sagt í Fólkatinginum, at hon og stjórnin ikki fara at leggja seg út í kjakið, tí sum hon hevur skilt tað, vilja grønlendingar fyrst hava sítt egna orðaskifti um grundlógaruppskotið.
Vilja sleppa í søgubøkurnar
Rasmus Jarlov úr Konservativa flokkinum sigur við Sermitsiaq, at arbeiðið við grønlendsku grundlógini ber brá av, at onkur vil verða nevndur í grønlendskari søguskriving. Hann sigur seg hava ta uppfatan, at nakrir grønlendskir politikarar royna at billa fólkinum inn, at eitt sjálvstøðugt Grønland kann velja tað besta við at vera í ríkisfelagsskapinum og samstundis standa uttanfyri. Og tað ber sjálvsagt ikki til, sigur Rasmus Jarlov.
Karsten Hønge úr Sosialistiska Fólkaflokkinum sigur, at núverandi støðan er óvirðilig fyri allar partar. Hann heldur, at tað hevði verið gott fyri allar partar, um Grønland fekk avklárað síni viðurskifti við Danmark, og leggur afturat, at hetta eisini er eitt gott høvi hjá Danmark at umhugsa, hvat danir vilja við ríkisfelagsskapinum.
Mugu tosa meir um ríkisfelagsskapin
Carsten Bach úr Liberal Alliance vil fegin hava ríkisfelagsskapin meira á breddan. Hann sigur, at um vit ikki tosa um sjálvræði, verður tað til eitt tabu, og tað hevði verið skeivt. Carsten Bach sigur, at Liberal Alliance vil hava Grønland og Føroyar at gerast meira sjálvstøðug, og at tað í fyrstu atløgu kann gerast við at fremja fleiri yvirtøkur.
Og Axel Ahrendtsen úr Danska Fólkaflokkinum sigur í stuttari viðmerking við Sermitsiaq, at teirra flokkur gongur inn fyri ríkisfelagsskapinum og vil ikki hava Grønland at gerast sjálvstøðugt. Hann heldur eisini, at um Grønland verður sjálvstøðugt, fer landið kortini at koma undir sterka ávirkan úr USA.