Eftirmeta royndarverkætlan um skúlasálarfrøðing

Eftirmeta royndarverkætlan um skúlasálarfrøðing
Higartil hava 70 næmingar verið hjá sálarfrøðinginum á Skúlatrøð í Klaksvík
Komandi skúlaár er seinasta árið, pengar eru játtaðir til trý ára royndarverkætlanin á Skúlatrøð.   
 
22.05.2023 - 08:23

Royndarverkætlanin um skúlasálarfrøðing á Skúlatrøð í Klaksvík verður eftirmett næsta vár.

Tá verður støða tikin til, um skipanin skal halda fram og setast í verk í øðrum skúlum og ikki minst, hvør samskipan skal vera millum skúlasálarfrøðing og sernámsfrøðiligu tænasturnar hjá  Sernámi.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur svarað Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um skúlasálarfrøðingar.

Komandi skúlaár er seinasta árið, pengar eru játtaðir til trý ára royndarverkætlanin á Skúlatrøð.   

Játtanin er til knappliga hálvtíðarstarv. 

 

Súsanna Bertholdsen, løgtingskvnna, spurdi landsstýrimannin um skúlasálarfrøðingar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

Hava ótta og lættari tunglyndi

Higartil hava 70 næmingar verið hjá sálarfrøðinginum á Skúlatrøð í Klaksvík. 

Næmingarnir hava havt ótta, lættari tunglyndi, lágt sjálvsvirði, sorg, verið merktir av hjúnaskilnaði ella upplivað skakandi hendingar.

Serliga eldru næmingarnir í skúlanum brúka skipanina, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

11 sálarfrøðingar virka í skúlum og dagstovnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928