Hasfjord fyribils siglingarloyvi til hálvan juni

Hasfjord fyribils siglingarloyvi til hálvan juni
Klassasýnið vísti, at tríggir barlasttangar eru nú so vánaligir, at eingin endalig tíðarfreist er, nær tangarnir skulu vera liðugt umvældir
Hasfjord fer væntandi aftur í sigling í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.05.2023 - 08:11

Hasfjord hevur fingið fyribils loyvi frá klassanum at sigla til hálvan juni.

Treytin er, at ein EEXI útrokning fyri CO-2 útlátið er gjørd og til ta tíð, tað er hálvan juni, góðkend. 

Hetta er ikki eitt krav til onnur skip hjá Strandferðsluni.

Men tað verður kravt av Hasfjord, tí skipið hevur siglt millum lond seinastu fimm árini.

Klassasýnið vísti, at tríggir barlasttangar eru nú so vánaligir, at eingin endalig tíðarfreist er, nær tangarnir skulu vera liðugt umvældir. 

Í ringasta føri er talan um partvísa endurtøku av stóru umvælingini av Ternuni í 2021, siga Strandfaraskip landsins.

Væntandi byrjar Hasfjord aftur at sigla í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334