- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hákun West av Teigum millum bestu spælarar í Evropa í ár
Evropiska hondbóltssambandið er í holt við at kjósa ársins manslið í hondbólti.
Millum teir, ið eru í uppskoti til at vinna heiðurin sum besti høgri vongur í Evropa í ár, er føroyski landsliðsvongurin Hákun West av Teigum.
Hákun West av Teigum, sum hetta kappingarárið hevur spælt við Skanderborg-Aarhus, skal næsta kappingarár spæla við týska toppfelagnum Füchse Berlin.
Í góðum selskapi
Annað kann ikki sigast, enn at Hákun West av Teigum er í góðum selskapi, tí millum teir, sum eru í uppskoti til at vera besti høgri vongur í Evropa í ár eru eitt nú svenski Niclas Ekberg, danski Hans Lindberg og spanski Ferran Sole Sala.
Niclas Ekberg - SWE / THW Kiel
Blaz Janc - SLO / Barça
Hans Lindberg - DEN / Füchse Berlin
Arkadiusz Moryto - POL / Barlinek Industria Kielce
Bogdan Radivojevic - SRB / OTP Bank - Pick Szeged
Ferran Sole Sala - ESP / Paris Saint-Germain Handball
Hákun West Am Teigum - FAR / Skanderborg-Aarhus
Tilnevningin er ein staðfesting av, at vit í Føroyum eiga nakrar av bestu ungu hondbóltsleikarunum í Evropa í løtuni.
Tað er eisini ein staðfesting av, at Føroyar, sum minsta tjóð nakrantíð, hevur spælt seg í eitt endaspæl fyri lið. Tað hendir, tá ið Føroyar í januar skulu spæla EM-endaspæl í Týsklandi.
Fjepparar kunnu atkvøða
Veljast skulu sjey leikarar - ein til hvørt pláss á ársins lið. Harumframt skal ársins verjuleikari eisini kjósast. Orsøkin er, at bestu verjuleikararnir ofta ikki spæla í álopinum.
Tað eru leikarar, venjarar og útvaldir miðlar, sum skulu manna ársins lið í Evropa.
Fjepparar sleppa tó eisini at gera sína ávirkan galdandi og kunnu atkvøða umvegis appina hjá evropiska hondbóltssambandinum, EHF.
Atkvøðurnar hjá hondbóltsfjepparunum telja 25 prosent av samlaða úrslitinum á hvørjum plássi á ársins liði.
Atkvøðugreiðslan byrjar fríggjadagin 26. mai.