20 næmingar í fyrsta flokki og eftirútbúgving raðfestast

20 næmingar í fyrsta flokki og eftirútbúgving raðfestast
Arbeiðsbólkurin, sum var settur at gera tilmæli um broytingar í fólkaskúlalógini, hevur handað landsstýrismanninum álit
Jenny Lydersen, forkvinna í arbeiðsbólkinum, handar Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, álitið.
 
24.05.2023 - 18:00

Ein fyrsti flokkur við í mesta lagi 20 næmingum og hægri raðfesting av eftirútbúgving hjá lærarum.

Tað eru tvey av tilmælunum hjá arbeiðsbólkinum, sum í dag handaði landsstýrismanninum í útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, álit um broytingar í fólkaskúlalógini.

Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í barna- og útbúgvingarmálaráðnum, hevur verið forkvinna í arbeiðsbólkinum, sum hevur verið breitt samansettur av myndugleikum, skúlum, feløgum og øðrum, sum hava við fólkaskúlan at gera. 

Hoyr samrøðu við Jenny Lydersen í útvarpstíðindunum:

 

24052023_Jenny

 

- Eg fari at gera alt fyri, at hetta álitið um broytingar í fólkaskúlalógini verður brúkt, og nógv av innihaldinum sett í verk, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum:

 

240522023_Djoni_og_folkaskuaalit


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775