MYNDAFRÁSØGN: Einki er sum fyrstu ferð

Liverpool. 

Vøggan hjá heimsins kendasta poppbólki, The Beatles.

Ein gamla arbeiðara- og havnarbýur við einari hálvari millión íbúgvum, sum liggur við knútapunktinum millum Mersey ánna og Írska havið, men sum í dag er mest kendur fyri sítt tilknýti til tónleik og fótbólt. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Liverpool er heimstaðurin hjá fótbóltsfeløgunum Liverpool og Everton.

Men í mai rullaði Eurovision-sirkusið inn í Liverpool, ið var vertur fyri hesari serligu sangkapping, sum er heimsins størsta. 

Eurovision setti sín serliga dám á Liverpool hesa vikuna. Sjálvt eyðkendu hýruvognarnir vóru pyntaðir til høvið. 

Liverpool vísti seg eisini frá sínari fagrastu síðu, tí sólin skein á kenda enska havnarbýin alla vikuna, meðan Eurovision varð hildið í býnum. 

Tað er torført at lýsa Eurovision í orðum, tí tað er so nógv.

Í roynd og veru er lættari at spyrja: Hvat er Eurovision ikki?

Eurovision er fyrst og síðst ein sangkapping, sum varð sett á stovn í 1956, fyri at evropisku public service-rásirnar skuldu sleppa at venja seg við at senda beinleiðis sjónvarp.

Eurovision er eisini glitur og glað fólk

Eurovision er litir og litrík fólk. 

Eurovision er kærleiki og kát hjún. 

Eurovision er bæði fittar ommur og eldspýtandi dragqueens. 

Eurovision er vøkur fólk. 

Eurovision er ein smittandi gleði.

Og Eurovision dregur fólk at sær úr øllum heraðshornum. 

Men gleðin gongur aftur allastaðni til Eurovision. 

Tað gera fløggini og fittu fólkini eisini. 

Og skeivu innsløgini og fólkini eisini. 

Vóru øll fólk eins fegin og tey, ið elska Eurovision-sangkappingina, so var friður í heiminum. 

Eurovision 2023 var nakað serligt fyri Føroyar, tí tað var fyrstu ferð at ein føroyingur luttók.

25 ára gamli Rani "Reiley" Petersen úr Havn.

Familjan hjá Rana var sjálvandi í Liverpool og stuðlaði honum. 

Eurovision er eisini vinfólk.

Norsku vinkonurnar Ivanna Håkstad og Kirstin Andreassen ferðast hvørt ár til býin, har Eurovision verður fyriskipað, fyri at hugna sær saman við øðrum Eurovision-fjepparum.

Tað er ikki trupult at rokna út, at í ár hildu tær við Finnlandi og sanginum "Cha Cha Cha".  

Avstralia er eitt av fleiri londum, ið liggja uttanfyri Evropa, sum hava luttikið í Eurovision-sangkappingini.

Hini eru Ísrael, Kýpros og Armenia, ið hava luttikið ávikavist síðani 1973, 1981 og 2006.

Norðurafrikanska landið Marokko luttók eisini ta einu ferðina í 1980.  

Danish Dynamite.

Eurovision í ár var eisini serligt, tí tað var fyrstu ferð at eitt annað land enn vinnara-landið var vertur fyri sangkappingini. 

Ongland hýsti Eurovision fyri Ukraina orsakað av russisku innrásini í Ukraina. 

Trygdin var eisini í hásæti í sambandi við Eurovision. 

Allastaðni vóru girðingar, sum forðaðu óviðkomandi akførum at sleppa inn. 

Eftirlitið var strangt og taskur blivu javnan kannaðar. 

Allastaðni sótu fólk á varðhaldi. 

Og alvápnað, men eisini blídlig, løgreglufólk sóust í gøtunum í Liverpool hesar dagarnar, meðan býurin var vertur fyri Eurovision. 

Einki er latið upp til tilvildina til Eurovision, tí nógvar royndir og venjingar liggja aftanfyri flottu sjónvarpssendingar.

Her eru tað vertirnir Alesha Dixon, Julia Sanina og Hannah Waddingham, sum venja framsagnirnar undir einari av mongu royndunum. 

Eurovision er eisini eitt risastórt show. 

Eurovision er fest og farvir. 

Og mitt í rokanum stóð føroyski Reiley, sum er ein stjørna.

Tað er Reiley, tí hann vísir øllum børnum og ungum í Føroyum, at tað ber til at røkka upp á heimsins størstu pallar úr einum kjallara á Traðarvegi í Havn.

Tilsamans 162 milliónir fólk hugdu eftir báðum Eurovision-hálvfinalunum og sjálvari finaluni, ið vóru sendar beinleiðis í 38 public service-rásum. 

7,6 milliónir fólk hugdu eftir Eurovision-finaluni beinleiðis á Youtube.com. 

Í Bretlandi hugdu 9,9 milliónir fólk eftir finaluni, sum varð send á BBC One, og tað er met. 

Og Brunetta úr Armenia hvørki var ella er at kimsa at. Hon sang og dansaði seg til eitt 16. pláss í finaluni við sanginum "Future Lover". 

Yvir 1100 tíðindafólk úr 50 londum vóru og dekkaðu Eurovision-sangkappingina í Liverpool. 

Reiley kom ikki í Eurovision-finaluna.

Hann fekk seks stig í seinnu hálvfinaluni, og tey komu øll frá brøðratjóð okkara fyri vestan, Íslandi.

Sjálvur helt Reiley, sum framførdi í seinnu hálvfinaluni, at hann kanska var endaður í skeivu hálvfinaluni.

Allir grannarnir hjá Danmark, Svøríki, Finnland og Norra, vóru í fyrru hálvfinaluni. 

Einki er sum fyrstu ferð, og Kringvarp Føroya var sjálvandi eisini til staðar fyri at dekka søguligu hendingina, tá ein føroyingur á fyrsta sinni tók lut í Eurovision. 

Frá vinstru eru tað Rúni Jákupsson frá Góðan morgun Føroyar, Uni Leitisstein Hansen, netsamskipari og -journalistur í KVF, og Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari í KVF. Bjarni Árting Rubeksen, myndamaður, ið tók myndina, var eisini við. 

Tað gjørdust nakrar rokutir, men eisini spennandi dagar í hølunum á fyrsta føroyinginum í Eurovision.

Sent bleiv í útvarpinum, sjónvarpinum og nógv bleiv eisini lagt út her á heimasíðuna hjá KVF og á sosialu miðlarnar. 

Men eftir eina lítla viku í Eurovision-meldrinum varð pakkað saman, og nøsin vend heimeftirni. 

Og eins brádliga og Eurovision-sirkusið rullaði inn í Liverpool, ja, eins skjótt rullaði tað út aftur. 

Tað tykis sum býurin her hoyrist syngja við til hjá Gerry and The Pacemakers. 

Life goes on day after day
Hearts torn in every way

So ferry 'cross the Mersey
Cause this land's the place I love
And here I'll stay

Er kopiera