Hákun West av Teigum á ársins liði í Danmark

Hákun West av Teigum á ársins liði í Danmark
Høgri vongurin á manslandsliðnum í hondbólti hevur verið besti høgri vongur í bestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið. Valdur av øllum donskum yrkisleikarum
Hákun West av Teigum millum hinar donsku yrkisleikararnar, ið eru á ársins liði hetta kappingarárið, eitt nú Simon Pytlich uttast til høgru
Mynd: HTH Herreliga  
 
25.05.2023 - 12:09

Ársins lið í bestu donsku hondbóltsdeildini er júst kunngjørt, og á høgra vongi er ein føroyingur.

Føroyska stórtalentið Hákun West av Teigum, ið hetta kappingarárið hevur spælt við Skanderborg Aarhus Håndbold. 

Tað eru allir yrkisleikarar í bæði Danmark og uttan fyri Danmark, ið hava valt liðið. 

 

Yvir helvtina av atkvøðunum

Teir fingu snøgt sagt eitt tómt liðkort og skuldu so velja teir leikararnar í donsku kappingini, ið - eftir teirra meining - vóru teir bestu hetta kappingarárið. 

Hákun West av Teigum fekk yvir helvtina av atkvøðunum frá sínum hondbóltsstarvsfeløgum. 

Góða kappingarárið hevur eisini tryggjað Hákuni West av Teigum sáttmála við týska toppfelagið Fuche Berlin næsta kappingarár. 

 

Ársins lið í Danmark er annars mannað við

Vinstri vongur: Bjarke Christensen, KIF Kolding, 67% av atkvøðunum
Vinstri bakkur: Simon Pytlick, GOG, 77% av atkvøðunum
Spælskipari: Thomas Arnoldsen, Skanderborg Aarhus Håndbold, 43% av atkvøðunum
Høgri bakkur: Emil Madsen, GOG, 75% av atkvøðunum
Høgri vongur: Hákun West av Teigum, Skanderborg Aarhus Håndbold, 52% av atkvøðunum
Strika: Lukas Jørgensen, GOG, 80% av atkvøðunum
Málmaður: Christoffer Bonde, Skjern Håndbold, 53% av atkvøðunum

Kelda: tophaandbold.dk

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107